Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

30/08/2022

Gongutúrur suður til Reynavatn

Nú veðurguðarnir lova so gott veður komandi dagarnar, hevur leiðslan avgjørt, at vit fara ein felags gongutúr í morgin, mikudagin 31/8, kl. 10.00.

Leiðin gongur til Reynavatn. 

Skúlagongd er frá kl. 8.00-9.30, síðani er eitt fríkorter til kl. 10.00, tá túrurin byrjar.

Tá vit koma aftur frá túrinum, hevur miðdeild og hádeild frí, meðan grunddeildin fer í Frítíðarskúla.

Verið væl klødd til túrin. Havi matpakka og okkurt drekkandi við.

Vit vóna ein góðan túr fyri allan skúlan!

Skúlaárið 2019/20 var skúlin sama gongutúr. Myndir frá tí túrinum síggjast her: https://sah.fo/?p=452&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=378