Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/05/2022

Tveir námsfrøðingar til Skúlan á Argjahamri

Okkum tørvar tveir námsfrøðingar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022-23

Størvini eru staðsett í grunddeildini í Skúlanum á Argjahamri við lønarbroti 0,63

Søkt verður eftir námsfrøðingum sum
• duga væl at samstarva og samskifta
• vilja menna seg sjálvan og skúlan
• sýna næmingum og undirvísing eldhuga
• vilja fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum

Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í

seinasta lagi týsdagin 31. mai 2022 kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 302510 ella 224240

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir