Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

20/05/2021

Leys størv at søkja til skúlaárið 2021/22

Hesi størvini eru leys at søkja frá 1. august 2021.


Lærarar
• 1 lærara í fast starv
• 5 lærarar í tíðaravmarkað starv, komandi skúlaár 2020/2021 vegna farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar.

Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvunum fær endaliga ásett tímatal 1. sept. 2021.

Námsfrøðingar
• 1 tíðaravmarkað starv at seta við setanarbrotinum 0,7 í hádeild

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum sum
• duga væl at samstarva og samskifta
• vilja menna seg sjálvan og skúlan
• sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga
• vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagskapin

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum:

1. undirvísingarpartur
Føroyskt og støddfrøði

2. undirvísingarpartur
Enskt og tónleik

3. undirvísingarpartur
Týskt, føroyskt, danskt, lívfrøði, søga og ítróttur

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.

Umsóknir
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. juni 2021 kl. 15.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marjun.holm@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.
Í skúlanum eru 40 starvsfólk og ganga 400 næmingar í skúlanum.
Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara virðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.

Lýsingin kann eisini lesast sum PDF her