Skrivað hevur Símun Abrahamsen

17/01/2021

Eftirlýsing aftan á 30-ára starvsdag

Keðiligur endi á hátíðarhaldi

Fríggjadagin 15. jan høvdu vit hátíðarhald í skúlanum, tí Louisa Poulsen, skrivari skúlans, hevði 30-ára starvsdag.

Umframt starvsfólk og umboð fyri Tórshavnar kommunu, var familjan hjá Louisu boðin við.

Ein hugnalig løta kl. 14.00 - 15.30, MEN tá dóttir Louisu, Guðrið Hansdóttir, fór avstað og skuldi eftir pelsinum, hon hevði hongt niðri í gongini við inngongdina, var hann ikki har.

Hóast leitað varð allastaðni hugsandi, varð hann ikki funnin.

Hetta var ein keðiligur endi á eini hugnaligari samkomu.

Sjálv er Guðrið sera hørm.

Eitt er pelsurin, tað er tað, men billyklar o.a., sum vóru í lummunum, eru tann stóri missurin.

- So vit í skúlanum á Argjahamri senda eina inniliga áheitan á viðkomandi, sum antin hevur tikið pelsin, ella hevur hann ella lyklarnar:

“Gott í teg, lat Guðrið fáa lyklarnar aftur. Tú hevur neyvan brúk fyri teimum! Koyr teir í allari stillheit í postkassa skúlans, so vit kunnu lata henni teir aftur.”

Enn einaferð: Er nakar, sum kann hjálpa okkum, so sigið okkum frá!

Talan er um tíðarskeiðið fríggjadagin 15. jan seinnapartin frá klokkan 14.00 til kl 15.30.