Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

14/12/2020

Jólaløtan hjá Grunddeild í Miðrókini

Fyrsta av trimum jólaløtum var í dag. Hendan var fyri Grunddeild.

Jólaløtan varð skipað soleiðis, at øll floksstigini framførdu okkurt. Forskúlin og 1. flokkur sungu so vakurt fyri okkum og Elin Olsen læs eina søgu um vættrar.

Hæddarpunktið var 3. flokkur, tá tey gingu lusia. Løtan er altið vøkur og still - man merkir veruliga at jólini eru nær.

2. flokkur endaði løtuna við einum góðum felagsdansi, so pulsurin fór upp at dansa.

Fleiri myndir síggjast her