Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í 2011.
Tá nakað av tíð var fráliðin, var komið eftir, at tað vóru viðurskifti, sum ikki vóru í lagi við bygninginum.
Kravda 5-ára eftirlitið staðfesti, at trupulleikar vóru við tekjuni, vindeygum og pørtum av klædninginum, umframt at onnur smærri økir hava umvælingar fyri neyðini.
Sýn og meting eru gjørd av skaðunum á bygningin, og er semja nú loksins gjørd við Betri Trygging um endurgjald fyri umvæling av vindeygunum og framsíðuklædningi. Eisini hava samráðingar verið við Articon um at umvæla skaðarnar á tekjuni og uppskot til semju millum allar partar, sum vara av, er komið upp á pláss.
Málið um umvælingarnar hevur verið fyri fíggjarnevnd og á býráðsfundi, so nú skuldi trygd verið fyri, at arbeiði kann fara í gongd.
P/F Articon hevur bygt Skúlan á Argjahamri og hava tí kunnleika til alla byggiverkætlanina og vit fegnast um, at tað verða teir, ið fara at standa fyri øllum umvælingararbeiðinum.
Teir fara í næstum at seta tríggjar arbeiðsbingjur niðri á stóra parkeringsplássinum og eina til tilfar o.a. á parkeringsplássinum framman fyri skúlan. Byggipallar “stillads” verða eisini settir upp framman fyri skúlan komandi mánað.
Vit vænta ikki, at hetta arbeiðið fer at órógva undirvísingina, tí mesta arbeiði er uttan á bygninginum.
Arbeiði byrjar so skjótt, sum tilfarið er komið, og fer at vara inn í komandi ár á vári, tá teir rokna við, at umvælingin er liðug.
Tá talan er um trygd, fer Articon í hesum sambandi at tryggja arbeiðsplássið eftir forskriftunum. Skúlin fer eisini at síggja til, at næmingar ikki órógva ella koma sær sjálvum í váða undir umvælingini.
Men gott hevði verið, um foreldur eisini javnan mintu børnini á, at halda seg burtur frá arbeiðsplássinum, so eingi keðilig óhapp standast av arbeiðnum!
Marjun Holm, skúlastjóri