Føroyskt

Føroyskt

 

Í 9. flokki eru 5 tímar í føroyskum hvørja viku. 

Tulka og greina yrkingina/sangin Hundurin Brúni. 
Hav hesi viðurskiftini í huga í tínum arbeiði: 
-Greið stutt frá innihaldi
-Bygging (ørindi, rím og rútma, stevfesti osfr.)
-Orðingar
-Yrkjari
-Far afturum tekstin og tulka. Hvat snýr hann seg í veruleikanum um?
-Myndamál
-Onnur viðkomandi viðurskifti sum t.d. samfelagsmynstur í samtíðini
-Boðskapur


Í einum túni
situr hundurin brúni
hann tivar av møði
og honum vantar føði
--- Men í eini stovu
situr húsbóndin Ovi
hann heldur um búkin
tí hann er ov slúkin

Bráðliga húsbóndin segði
- ger so væl og rætt mær breyðið
hoyr eitt róp frá einum vini
- kona rætt mær margarinið
smurdi breyðið góða løtu
bæð so um at fáa kjøtið
hugdi upp og síðan mælti
smurdi breyðið góða løtu
bæð so um at fáa kjøtið
hugdi upp og síðan mælti
- at nú mangli eg bert saltið

Meðan hundurin brúni
goyr so eymliga í túni
regnið bloytir skinnið
og svongdin pínir sinnið

Sita tvey og eta rækjur
laks og aðrar feitar sakir
heitan rætt av besta slagi
so at vælnøgdur gerst magi
borðið fylt við góðum kosti
minst tíggju sløg av góðum osti
og ein flott champagnufløska
ið man væl til máltið hóska

Men hundurin brúni
situr enn í bóndans túni
hvussu leingi skal hann sita
áðrenn hann fær nakran bita

·       Trojan fyribyrging

·       https://www.pinterest.com/pin/362680576248056683/

 

https://www.google.com/search?q=trojan+condoms+advertising&tbm=isch&ved=2ahUKEwiw-eHGj83yAhWNzSoKHW2aAjoQ2-cCegQIABAA&oq=condoms+advertis&gs_lcp=CgNpbWcQARgAMgYIABAFEB46BQgAEIAEOgQIABAeOgQIABATOgYIABAeEBM6CAgAEAUQHhATOggIABAIEB4QE1Dk5QZYwfUGYKOpB2gAcAB4AIABigGIAZAJkgEDMC45mAEAoAEBqgELZ3dzLXdpei1pbWfAAQE&sclient=img&ei=q7YmYfD3No2bqwHttIrQAw&bih=801&biw=1368#imgrc=OCZWoS57pl_noM

·       Coca Cola Zero

·       https://i.pinimg.com/originals/db/78/dc/db78dce91d1c2b861e728322dcd0cab5.jpg

·       Jogurt

https://mbm.fo/media/1519/solti%C3%B0-jogurt-laktosufr%C3%ADtt-2.png?mode=crop&width=555&height=278&rnd=132584642290000000

·       Landskrona

https://pbs.twimg.com/media/ExldRzzXIAIDkfV.jpg

 

 

·       Spring ud - Ole Holst og Lars Jensen, s.229 – 239

·       https://indidansk.dk/reklamebillede

·       https://indidansk.dk/reklamefilm

Myndagreining

Brúka tekstin um myndagreining, sum tit fingu í 8. flokki!

Tað er ikki vist, at tað er best at leggja fram um myndina í júst hesari raðfylgjuni av spurningum. Hetta er bara ymiskt, sum er vert at viðgera :) 

  • Hvussu stór er hon?
  • Hvar hoyrir hon heima? Hvar hongur hon, hvørjari bók/blaði er hon úr, er hon privat ogn ella......?
  • Hvat verður hon brúkt til?
  • Hvat slag av mynd er tað?
  • Hvussu eitur myndin?
  • Hvat er á myndini? - stutt frágreiðing.
  • Hvør er listafólkið?
  • sjónarhorn
  • djúpd
  • rørsla
  • javnvág
  • ljós og skuggar
  • litir
  • er myndin realistisk, abstrakt, fantastisk osfr.? hvørja "-ismu" hoyrir hon til?
  • tíð og stað
  • ímyndir (symbolik)
  • hugburður og virði

        Stílur

      Røkiskapsreglur:

·       1,5 millum reglurnar                          ·       hóskandi brot millum reglubrotini

·       javnir breddar                                    ·       skriftstødd 12

·       skrift: Times New Roman                ·       yvirskrift: stødd 12 við feitum

·       navn                                                     ·       dagfesting

·       skúli                                                     ·       lærari

·       síðutal

 
                     Góðan arbeiðshug!

Frymil til yrkingagreining

ü  Les alla yrkingina ígjøgnum fleiri ferðir, les upp hart og les innantanna.

ü  Slá upp torfør orð og rek upp fløkjasliga setningsuppbygging.

ü  Hugsa um heitið, yrkingin ber – sigur tað nakað?

ü  Kann eftir hvør hevur yrkt og nær er yrkt.

 
ü  Hvat snýr yrkingin seg um? Tíð, stað persónar, hending.

ü  Greið frá innihaldinum.

ü  Hvør er høvuðshugsanin í yrkingini?

 

ü  Hvat slag av yrking er hetta?

ü  Ber til at bólk hana í vanligu yrkingarbólkarnar, t.d. fosturlandsyrking, kærleiksyrking, náttúrulýsing, spottyrking, skemtiyrking, søguliga yrking osfr?

ü  Er frásøgupersónurin duldur, ella verður sagt, hvør hann er?

 

ü  Mál og stílur

ü  Hvussu er við bókstavrími, endarími, heil- og hálvrími, uppafturtøku av orðum osfr?

ü  Eru skaldsligar myndir ella samansetingar?

ü  Litir.

 

ü  Hvat liggur aftan fyri yrkingina? Hví heldur tú, yrkjarin yrkti hesa? Til hvønn?

  

Hetta eru tey tingini, tit skulu hava í huga, tá tit lesa og greina yrkingar! Og tit skulu grundgeva fyri, hví yrkingin talar til tykkara ella fangar tykkum!

Tríggjar ymiskar yrkingar at brúka sum vegleiðing! 

Sjey ferðir sjey

Bygnaðurin av yrkingini ikki reglu- og rímfastur. Kanna enda- og bókstavrím. Reglurnar og orðasamansetingin geva upplesaranum leysari teymar til at leggja dent á og skapa sína egnu søgu.

Yrkiginin hoyrir ikki undir ein ávísan yrkjarabólk sum t.d. forsturlandsyrking ella kærleiksyrking, men er at kalla ”abstrakt” eins og ein málningur, ið ikki vísir eina beinleiðis mynd. Tó so er ein serstøk søga í yrkingingini.

Finn útav onkrum um yrkjaran!

Eitt heim

Henda yrkingin, sum var skrivað í 1890-árunum, lýsir, hvørja ávirkan ovurnýtsla av rúsdrekka hevur á eitt heim. Her er ein følin og bleik mamma, sum syrgir, eitt lítið barn, sum grætur, og ein pápi, sum fell í eiturstreymin. Hetta er ein eldri tekstur, og tí eru kanska orð, sum tit ikki skilja so væl.

Bókstavrím, endarím, kann hon syngjast við einum lagi?

Orð (og samanberingar og myndir) knýta seg at „eiturdrykkinum“? Hvørja ávirkan hevur „eiturdrykkurin“ á persónarnar? Hvussu ávirkar tað heimið? Hví hevur høvundurin nevnt yrkingina Eitt heim? Føroya Kundi heitið ikki eins væl verið Mamman syrgir ella Eiturdrykkurin? Kundi henda yrkingin eins væl verið skrivað nú á døgum? Hvussu ávirkar tað eitt barn, um tað veksur upp saman við foreldrum, sum hava trupulleikar av rúseitri? Í yrkingini stendur, at barnið gloymir lyst og leik. Hvussu ber tað til? Hvussu broytir rúseitur tey vaksnu?

Finn útav onkrum um yrkjaran!

Dýrd á vík og vág

Náttúrulýsing av føðilandinum. Ein friðalig mynd, har víst verður á fleiri ymisk viðurskifti í náttúruni og við menniskjum.

Lýs tey ymisku støðini. Kanna trupul orð – hvat merkja tey?

Endarím og sera nógv bókstavrím. Kann syngjast.

Sig frá yrkjara!

 

Send greiningina til Júttu og Ingrid (í tí stovu tit hoyra til)

Skriva í sandin - Uppgáva at lata inn 1. nov. 2021

Øðrvísi - 1.des. 20

Gamla Lotta - 29.nov. 20

Stílur til 4.sep.

Tit skulu skriva 5 inngangir, ein av hvørjum slag, og so velja tit sjálv, hvat slag teir báðir síðstu inngangirnir skulu vera.

1. tit skulu brúka eitt sitat, eitt orðatak, eitt ørindi úr einum sangi, einum kvæði ella øðrum, og so skriva eitt sindur av teksti afturat.

2. tit skulu skriva eina hending - in medias res https://indidansk.dk/in-media-res .

3. tit skulu skriva "alment" um evnið.

Ein inngangur skal føra lesaran inn í sjálvt evnið. Tit kunnu brúka pappírini, sum eg gav tykkum sum hjálp.

 

Evnini: sum tit skulu skriva um

  • Grindadráp
  • Frítíðarítriv
  • Dreymar
  • Ein góður filmur
  • Skermspøl

Uppseting:

  • navn
  • flokkur
  • síðutal
  • lærari
  • dato
  • allur teksturin skal skrivast í stødd 12
  • 1.5 millum reglurnar
  • javnir breddar

Stílurin skal sendast til: lovisa.niclasen@skulin.fo áðrenn kl.24.00 fríggjakvøldið 4.sep.

 

 

 

Bókaummæli

-Heiti á bókini: 
-Greið stutt frá rithøvundanum (navn, tjóðskapur, hvat annað hevur hann skrivað): 
-Hví valdi eg júst hesa bókina, áðrenn eg las hana: 
-Kjarnin (hvat snýr bókin í stuttum seg um): 
-Lýs høvuðspersónarnar: 
-Tíð (hvørji tíð gongur bókin fyri seg í, og hvussu leingi fevnir hon um: 
-Stað: 
-Evni (hvørji evni viðger bókin, og hvussu síggja vit tað, t.d. kærleiki, slatur, sorg, deyði, happing, kríggj): 
-Spenningspunktið í bókini (hvat og nær er tað punktið í bókini, har hon er mest spennandi): 
-Boðskapur (hvat vil bókin læra meg): 
-Hvat dámdi mær bókina (greið frá): 

Góðan lesihug!

Stílur at lata inn 3. apríl 2020

 

Yvirskrift: Ein løgin tíð

Skriftstødd: 12

Skrift: Times New Roman

Glopp: 1½

Longd: uml 1 síða

 

Innihald:

Skriva í stuttum um hvat Corona (Covid 19) er

Greið frá hvussu virussið spakuliga fór at gera um seg runt í heiminum, og til tað brádliga var ein pandemi (heimsumfatandi sjúka).

Greið frá hvørja ávirkan Corona fekk fyri føroyingar og Føroyar.

Greið frá hvussu tú hevur upplivað og havt tað hesar seinastu vikurnar frá tí, at boðini komu frá landsins myndugleikum um at leggja skúlan stillan nakrar vikur.

 

Stílurin skal sendast 3. apríl til (gula stova) Ingrid Paturson og (grøna stova) Jütta Reynslág

 

 

 

Flokkurin hevur fingið skaldsøguna "Undur" at lesa í føroyskum. Hóast bókin er rúgvusmikil, so er hon løtt at lesa við sera stuttum kapitlum. Tvær ferðir um vikuna stendur, hvussu langt øll skulu vera komin, tí vit fara at arbeiða sporadiskt við henni. Tí er gott, um tit lesa hvønn dag í henni, so tað ikki verður so nógv uppá ein gang. 
Tað er fínt at lesa saman við vaksnum, um man hevur torført við at lesa. Hetta er ein sera góð bók, ið kann geva okkum nógv. Góðan lesihug :) 

STÍLUR latast inn mánadagin 23. sept. 2019:

Skriva eina nýggja søgu um "ÁBAL", sum er nútímans. Set hann inn í okkara tíð við teimum viðurskiftum, sum eru nú. Men søgugongdin skal vera lík tí gomlu! 

Dømi: Ábal kann vera skilsmissubarn, fluttur á barnaheim e.l. Tarvurin kann vera aðrar hóttanir sum t.d. rúsevni, motorcross e.a. Hann kann hava onkra diagnosu ella aðrar avbjóðingar, ið vit í dag seta navn á osfr. Søgan skal moderniserast men søgugongdin skal kennast aftur. Sjálvandi skulu tit ikki í smálutir eins og søgan "Ábal" fer.


Telduskrivað. Uml. 1 síða (400 orð), Skr.st. 12. 1½ glopp millum reglurnar!