Næmingar
Boðklivi

Boðklivi:

Felagsboð til foreldur í grunddeild

Góðu foreldur

Sum tit áður eru kunnað um, er grunddeildin á okkara skúla partur av Betri vinir verkætlanini. Aðrir skúlar luttaka eisini og verkætlanin verður framd í samstarvi við Barnabata, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám, umframt Mary Fonden og Red Barnet í Danmark

Hetta merkir, at starvsfólki í teim yngstu flokkunum hava verið á skeið, har tey hava lært at brúka tilfar og at skipa fyri ymiskum virksemi, sum hevur til endamál at skapa góða og trygga floksmentan fyri allar næmingar.

Í hesum sambandi fara vit nú aftur at gera ein kanning av trivnaðinum hjá næmingunum í grunddeild, tað er 1., 2. og 3. flokkur. Endamálið við kanningini er at fáa upplýsingar frá næmingunum um, hvussu tey trívast í skúlanum, bæði fakliga og sosialt, so at vit kunnu staðfesta verandi støðu og fylgja við gongdini. Soleiðis kunnu vit  brúka tað í okkara víðari arbeiði við Betri vinum og síggja, hvussu verkætlanin eydnast og roynist.

Kanningin er ein spurnakanning við 20 spurningum um teirra skúladag, til dømis um hvussu tey trívast í skúlanum, og hvussu teimum dámar fríkorterini og tímarnar. Næmingarnir verða navnleysir og skulu tí ikki upplýsa navn ella flokk. Hetta fyri at tryggja, at ongin einstakur næmingur kann “kennast aftur”. Starvsfólk í skúlanum verða inni í flokkinum, meðan spurningarnir verða lisnir fyri børnunum, so at børnini fara at kenna seg trygg og eru saman við góðum og kendum fólki.

Vit fara at greiða næmingunum frá endamálinum við kanningini, hvussu hon fer at fara fram, umframt at hon er sjálvboðin. Vit vóna, at tit lata barn tykkara luttaka, soleiðis at vit fáa so góða mynd av samlaðu støðuni í grunddeild sum møguligt. Um tit ikki ynskja at barn tykkara skal luttaka í kanningini, kunnu tit geva skúlastjóranum boð um hetta í seinasta lagi  26. januar 2026, antin við at senda teldupost ella sms. So skipa vit tað soleiðis, at tykkara barn sleppur at gera okkurt annað, tá kanningin fer fram.

 

Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlastjóran.

Takk fyri.

Blíðar heilsur

Skúlin á Argjahamri

Tusse og Tasse

Vit í 1.a hava fingið vitjan av tveimum fittum jólavættrum, sum eita Tusse og Tasse. Jólavættrarnir fara at koma heim til næmingarnar at sova, og við teirra vitjan fylgir eitt pappír, at skriva í. Tað verður spennandi at hoyra, hvat tit hava gjørt heima.
Jólavættrarnir nýtast ikki at vera ‘drillenissur’, men trívast eisini væl við at hugna sær saman við tykkum heima.

Floksreglar 1.a – 2025/26 

  • Knappatelefon uttan kamera 
  • 15 ára aldursmark til snildtelefon og SoMe 
  • Skíggjafrían føðingardag og spælibólk (undantiki biograf) 
  • Skipa fyri spælibólk 
  • Fylgja aldursmark fyri spølum og filmum 
  • Skipa fyri hugna v/foreldrum (2 ferðir um árið) 
  • Tosa saman tá mistanki er um happing 
  • Gera messenger bólk til foreldur at møtast 


Leikur

Leikur og bamsur skulu ikki takast við í skúla. Um barnið hevur serliga tørv á at hava eina bamsu við, so kann hon liggja í taskuni í skúlatíðini. Um hetta ikki riggar, mugu vit leggja hana til viks, so tað ikki órógvar undirvísingina.

Skiftiklæðir

Tað er týdningarmikið, at børnini hava nokk av skiftiklæðum. Veðrið er blivi vátari, og tey koma ofta inn úr fríkorterinum við karm.

Morgunsangur

Skúladagurin byrjar klokkan 8.00 hvønn morgun.

Tað er týdningarmikið, at øll møta tíðliga, so vit kunnu byrja saman við morgunsangi. Tað er ein góður og hugnaligur máti at byrja dagin upp á. 

Pennahúsin:


Ta, ið er umráðandi at hava við í pennahúsanum: blýantar, litir, blýantspískara, linjual, viskileður, ein saks og eina límstift.

 

Matpakki:


Vit eta lítla matpakka fyrsta fríkorter. Lítli matpakki er okkurt lætt, ið næmingarnir kunnu taka við í hondina, til dømis eitt súrepli, eina banan, ein biti ella tílíkt.

Stóri matpakkin verður etin í matfríkorterinum. Tað er ein heilsugóður matpakki, ið næminginum dámar, og sum er mettandi. 

Eisini er týdningarmikið at hava drekkidunk við.

 

Kunning viðv. telefonpolitikki á skúlanum

https://sah.fo/?p=newsgroup&_sp=newsarticle&_NewsarticleId=639