Næmingar
Boðklivi

Boðklivin:

Felagsboð til foreldur í grunddeild / 19.01.2026

Góðu foreldur  

Sum tit áður eru kunnað um, er grunddeildin á okkara skúla partur av Betri vinir verkætlanini. Aðrir skúlar luttaka eisini og verkætlanin verður framd í samstarvi við Barnabata, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám, umframt Mary Fonden og Red Barnet í Danmark 

Hetta merkir, at starvsfólki í teim yngstu flokkunum hava verið á skeið, har tey hava lært at brúka tilfar og at skipa fyri ymiskum virksemi, sum hevur til endamál at skapa góða og trygga floksmentan fyri allar næmingar.  

Í hesum sambandi fara vit nú aftur at gera ein kanning av trivnaðinum hjá næmingunum í grunddeild, tað er 1., 2. og 3. flokkur. Endamálið við kanningini er at fáa upplýsingar frá næmingunum um, hvussu tey trívast í skúlanum, bæði fakliga og sosialt, so at vit kunnu staðfesta verandi støðu og fylgja við gongdini. Soleiðis kunnu vit  brúka tað í okkara víðari arbeiði við Betri vinum og síggja, hvussu verkætlanin eydnast og roynist. 

Kanningin er ein spurnakanning við 20 spurningum um teirra skúladag, til dømis um hvussu tey trívast í skúlanum, og hvussu teimum dámar fríkorterini og tímarnar. Næmingarnir verða navnleysir og skulu tí ikki upplýsa navn ella flokk. Hetta fyri at tryggja, at ongin einstakur næmingur kann “kennast aftur”. Starvsfólk í skúlanum verða inni í flokkinum, meðan spurningarnir verða lisnir fyri børnunum, so at børnini fara at kenna seg trygg og eru saman við góðum og kendum fólki.  

Vit fara at greiða næmingunum frá endamálinum við kanningini, hvussu hon fer at fara fram, umframt at hon er sjálvboðin. Vit vóna, at tit lata barn tykkara luttaka, soleiðis at vit fáa so góða mynd av samlaðu støðuni í grunddeild sum møguligt. Um tit ikki ynskja at barn tykkara skal luttaka í kanningini, kunnu tit geva skúlastjóranum boð um hetta í seinasta lagi  26. januar 2026, antin við at senda teldupost ella sms. So skipa vit tað soleiðis, at tykkara barn sleppur at gera okkurt annað, tá kanningin fer fram.  

 

Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlastjóran. 

Takk fyri. 

Blíðar heilsur 

Skúlin á Argjahamri

 

 

LEIKUR

Sum áður nevnt, so skulu leikur ikki við í skúla. Um tit hava varhuga av, at næmingarnir sníkja leikur í taskuna, hjálpið teimum so at virða okkara mørk. Tær órógva ov illa í tímunum, og nógv tíð fer, til at biðja tey leggja tær frá sær.
Vónandi fáa vit hetta í rætt lag. :)

Nú tá ið veðrið er blivið heldur vátari, er týdningarmikið at børnini hava skiftiklæðir við. Børnini fara ofta út í fríkorter, hóast at tað regnar.

Kunning viðv. telefonpolitikki á skúlanum
https://sah.fo/?p=newsgroup&_sp=newsarticle&_NewsarticleId=639