Soleiðis er skúli eisini. Í dimminum henda vakra og friðsæla morgun tann 3. januar leitaðu vit okkum oman í Sandagerð. Hvíta kavalagið fjaldi sandin, og aldututlið beyð okkum vælkomnum útí. Røddirnar ljóðaðu spentar og prátað varð um hetta, ikki at opna vindeygað fyri ivanum, men at lata tað væl aftur og saman at leypa úti innbjóðandi Atlantshavið.
Komin upp aftur, kyntu við bálið, ið ein næmingur so hegnisliga hevði bygt og saman sótu vit, sum forfedrar okkara hava sitið í øldir, um vermandi bálið og prátaðu, meðan tjaldursgrælingar og æður spældu sær í dimmalættingini.
Skrivað hevur Súsanna Holm