2.a hevði bókaframløgu á Varðanum áðrenn páskir. Tey hava skrivað hvør sína bók, har tey hava funnið upp á søgugongdina og skrivað hana niður. Síðani myndprýddu tey bókina. Úrslitið bleiv framúr gott og bøkurnar eru nógv lisnar, síðani tær vórðu settar fram. Her eru helst fleiri komandi rithøvundar. Vit høvdu eina hugnaløtu á bókasavninum, tá bøkurnar vórðu lagdar fram.