Gleðin var stór, tá tað varð almannakunngjørt, at lesiklubburin "Lesigleði" á Skúlanum á Argjahamri hevði vunnið heiðurin sum ársins lesiátak 2025! Tað vóru tríggjar sera glaðar kvinnur – Elin Olsen, Guðrið Reinert Joensen og Súsanna Holm – sum standa aftanfyri lesiklubban.
Hetta tiltak, sum Føroyar Lesa stendur fyri, heiðrar serliga góð og kreativ lesiátøk kring alt landið – og í ár fall valið á okkara egna hugtakandi lesiklubba.
Talan er um eina virðisløn á 5.000 krónur, sum fór til lesiklubban, ið í vetur hevur arbeitt miðvíst við at skapa lesihug og felagsskap millum næmingar, foreldur, ommur og abbar. Við sínum virksemi hevur "Lesigleði" megnað at gera lesingina til nakað, sum øll kunnu njóta saman, uttan mun til aldur ella bakgrund.