Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

03/05/2025

Ein himmal fullur av skýggjum

Mánakvøldið 28.apríl hittist Lesigleði fyri seinastu ferð hetta skúlaárið. Bókin, vit høvdu lisið hesaferð, var “Ein himmal fullur av skýggjum”, sum Arni Svingen hevur skrivað, og Vagnur Streymoy hevur týtt úr norskum.

Hetta er ein sterk bók um drongin, sum fær at vita, at hann hevur stutta tíð eftir at liva. Hann vil bjarga heiminum, og tað hevur stóran skund. Ein skuldi trúð, at hetta var syrgilig bók, men tað syrgiliga er sera lítil partur av søguni; hinvegin er hon ótúliga stuttlig. Júst hetta, at ein bók, har høvuðspersónurin hevur fingið deyðadóm og arbeiðir við so álvarsamum máli, sum at bjarga heiminum, er stuttlig, ja, tað ger hana heilt serliga. Samstundis sum hon er sera stuttlig, er hon eisini ein týdningarmikil bók, ið vísir okkum á, hvat hevur týdning, tá vit hugsa um framtíðina. 


Hetta síðsta mánakvøldið í apríl høvdu vit avtalað fund við Borgarstjóran, Elsu Berg, eftirsum hon er ein av okkara politikarum, ið leggur stóran dent á umhvørvið og nú hevur møguleika fyri ávirkan. Vit høvdu ein góðan fund, har børn og vaksin fingu eitt gott orðaskifti um umhvørvisspurningar og tað, vit hugsa um á hesum økinum. 


Vit endaðu við einum góðum drekkamunni á Vaglinum; afturvið vóru pannukøkur, tí tær vóru eisini á borðinum í bókini. Vit eru sera glaðar og takksamar fyri lesigleðiløturnar, børnini og tey vaksnu, vit hava møtt í Lesigleði. Hetta hava verið stjørnuløtur, ið hava ríkað okkum. Vit vóna at síggja øll – og helst fleiri- aftur komandi skúlaár. 


 
Við summarkvøðum 
Guðrið, Súsanna og Elin