Í Skúlanum á Argjahamri eru vit so heppin at hava nokk so nógvar tímar í handaverki og list.
Næmingarnir eru sera raskir og dugnaligir í hondarbeiði, og nógv er komið burtur úr hetta skúlaárið.
Næmingarnir, sum í ár hava havt hondarbeiði, ganga í 3. til 7.flokki og í Ljósástovu, og tey hava arbeitt við ymiskum hondarbeiði. Vit brúka ymiskt tilfar og amboð og hugsa eisini um at endurnýta og brúka restirnar, sum vit eiga. Taskurnar eru t.d. allar gjørdar úr endurnýtslu- og avlopstoyi.
Tað er ein fragd at vera hondarbeiðslærari í Skúlanum á Argjahamri, og vit eru sera errin av næmingunum.