Tað var borgarstjórin, Elsa Berg, sum handaði Spæliliðinum prógv, og hon nýtti høvið at takka næmingunum fyri teirra arbeiði og góða innsats fyri trivnaðin á skúlanum.
Spæliliðið hevur ein sera týdningarmiklan leiklut í skúlanum við at skipa fyri spølum og øðrum virksemi, sum styrkir felagsskapin og trivnaðin millum næmingarnar.