27. januar 2025 hava næmingar í Skúlanum á Argjahamri frí. Orsøkin til tess er, at øll starvsfólk í Skúlanum á Argjahamri og Frítíðarskúlanum á Argjahamri fara á skeið.
Starvsfólk í grunddeild og frítíðarskúla fara á skeið í tilfarinum um Betri Vinir, meðan starvsfólk í mið- og hádeild fara á skeið í tilfarinum um tær 24 jaligu styrkirnar.
Hetta er alt tilfar, sum er við til at betra um trivnaðin og styrkja felagsskapin hjá okkara næmingum á Argjahamri.