Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

29/11/2024

Pyntidagur í Skúlanum á Argjahamri

Í dag var pyntidagur í Skúlanum á Argjahamri.

Vit byrjaðu morgunin við at syngja jólaløg saman. Eftir sangløtuna fóru børnini út í stovurnar og byrjaðu at pynta. Nøkur kliptu, nøkur klistraðu, og øll hjálptust at. Skúlin var fullur av lívi, og øll høvdu nógv at gera. Børnini høvdu nógv góð hugskot, og tey arbeiddu væl saman.

Børnini fingu til uppgávu at pynta hurðarnar í stovunum, og tað var ordiliga stuttligt. Hurðarnar blivu so vakrar, fullar av jólamonnum, jólatrøum og øðrum jólasligum. Marin og Jóanes valdu tríggjar hurðar, sum vunnu, tí tær vóru serliga vakrar. Vinnandi hurðarnar vóru hjá 3.b, 6.b og 8.a.

Hóast bara tríggjar hurðar vunnu, vóru allar hurðarnar ordiliga flottar. Hetta var ikki bara ein kapping, men eisini ein dagur, har øll hugnaðu sær saman, bæði lærarar og næmingar.

Vit vilja ynskja vinnandi flokkunum hjartaliga tillukku og takka fyri, at tit øll gjørdu dagin so góðan og hugnaligan!

Vit eru so errin av okkara fittu næmingum, og tað er fantastiskt at síggja, hvussu kreativ tit eru. Skúlin var so litfagur og hugnaligur, og vit vóna, at hendan góða kenslan heldur fram gjøgnum alt árið. Tað er týdningarmikið, at vit øll hjálpast at og hugna okkum saman – ikki bara til jól, men eisini hvønn dag.