Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

22/11/2024

K.Ó.J.A.K vitjar Skúlan á Argjahamri

Í morgun høvdu næmingar og lærarar eina hugnaliga løtu í skúlanum, tá orkestrið K.Ó.J.A.K vitjaði og setti tónan við hugnaligum jólaløgum. Tey spældu og sungu saman við næmingunum, sum gjørdi løtuna bæði livandi og hátíðarliga.

K.Ó.J.A.K er eitt orkestur mannað av lærarum og næmingum á Tórshavnar Musikkskúla. Hetta var ein góð løta, sum saman við sangi og tónleiki gav øllum eina kenslu av, at jólini nærkast.

Hetta er eitt frálíkt dømi um, hvussu list og tónleikur kunnu lyfta gerandisdagin í skúlanum og skapa felagsskap og hugna fyri bæði stór og smá.

Vit takka K.Ó.J.A.K og Tórshavnar Musikkskúla fyri vitjanina.