Lesibólkurin Lesigleði, har næmingar í miðdeild saman við einum vaksnum, hittist triðja hvørt mánakvøld til at deila hugsanir og lesigleði um eina felags lisna bók, hittust aftur hetta vakra mánakvøldið. Hesaferð um klassikaran "Leyvan, gívurin og klædnaskápið", bókin eftir heimskenda rithøvundin C. S. Lewis, ið longu í 1950 skrivaði hetta væla verk.
"Leyvan, gívurin og klædnaskápið" , ið Carl Jóan Jensen týddi til føroyskt í 2005, er onnur bókin í røðini av sjey "Søgum úr Narnia".
Børn og vaksin hittust í Varðanum, bókasavninum á Skúlanum á Argjahamri, har tey m.a. skuldu ein túr til Narnia. Í einum heimagjørdum "skápi" bardu tey seg ígjøgnum skinnfrakkar av alskyns slagi og komu út aftur hinumegin á "kavaklædda" fløtu, har ein einsamallur lyktasteyri bjóðaði vælkomnum. So gleðiligt og upplyftandi tað er at vera saman við lesihugaðum børnum og vaksnum og tosa um so týðandi viðurskifti sum m.a. vón, hugflog, systkinasamanhald og ábyrgdarkenslu. Eisini varð arbeitt við at gera eitt pappírsklædnaskáp við upplýsingum um høvundin, leyvur, bævrar, hugadýr og sjálvandi eisini um Petur, Súsannu, Edmund og Lovisu. Alt við einum góðum drekkamunni og Turkalandsyndi afturvið.
Seinast lósu vit bókina "Vafluhjørtu" eftir Mariu Parr. Ein sera skemtilig og hugtakandi bók, har børn og vaksin m.a. skuldu leika útvaldar senur úr bókini. Tá var ikki eitt eyga turt! ????
Børn og foreldur høvdu eisini fingið uppgávuna at gera eitt Bókbento, ið er ein øðrvísi og kreativur háttur at samskifta um bókmentir. Tað snýr seg um at finna fram 5-7 lutir, ið á onkran hátt hava samband við bókina og so "mála" eina mynd, har bókin og lutirnir og bakgrundin eru litirnir.
Sum tit síggja dømi um á myndunum, vóru uppgávurnar væl loystar.
Næsta bókin, vit hittast um, er vakra myndabókin "Gøtan hjá Gudmundi" eftir Stian Hole, og sum Niels Jákup Thomsen týddi til føroyskt í 2012.
Skrivað hevur Súsanna Holm