Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

24/10/2024

Hondbóltslandsliðið vitjar Skúlan á Argjahamri

Hondbóltslandsliðið vitjaði næmingar í Skúlanum á Argjahamri í dag. Tær skulu seinast í november kappast í EM-endaspælinum, ið verður spælt í døgunum 28. november til 15. desember í Eysturríki, Sveis og Ungarn. Hetta er fyrstu ferð, tær skulu vera við í einum slíkum endaspæli, og tað er eitt stórt stig fyri føroyska hondbóltin. Næmingarnir vóru sera spentir og høvdu nógvar spurningar, so sum hvussu gamlar tær vóru, hvussu nógv mál tær høvdu skorað, hvussu tær byrjaðu at spæla hondbólt, og hvør var tann besta á liðnum. Næmingarnir vóru eisini forvitnir um, hvussu tað kennist at kappast á so høgum stigi, og hvussu tær fyrireika seg til so stórar dystir.

Miðvís venjing og góður hugburður

Hondbóltskvinnurnar løgdu dent á, at tað er týdningarmikið at venja miðvíst, og at styrkivenjing er neyðug, um ein vil vera góður í ítrótti. Tær greiddu frá, hvussu nógvar tímar tær venja hvønn dag, og hvussu týdningarmikið tað er at hava góðan hugburð og áhaldni. Tær løgdu eisini dent á, hvussu týdningarmikið tað er at hava eitt gott samanhald á liðnum og at stuðla hvørjum øðrum, bæði á og uttan fyri vøllin. Næmingarnir hildu, at tað var sera spennandi at møta hondbóltskvinnunum og lurta eftir teimum, tí tær hava upplivað nógv, og tær dugdu væl at greiða frá.

 

Góðar fyrimyndir fyri ungdómin

Næmingarnir vóru sera áhugaðir, og tað vísir, hvussu nógv slíkar vitjanir kunnu hava at siga fyri børnini. Tey síggja týdningin av miðvísari venjing, samstarvi og at vera áhaldandi, um ein vil røkka sínum málum. Vitjanin gav teimum íblástur og vónir um, at tey sjálvi eisini kunnu náa sínum dreymum, um tey arbeiða hart og trúgva upp á seg sjálvi. Tey fingu eisini eina betri fatan av, hvussu nógv arbeiði liggur aftan fyri, um ein vil røkka toppinum innan ítrótt.

Slíkar vitjanir hava stóran týdning fyri børnini, tí tær geva teimum møguleikan at síggja, hvussu tað er at vera veruligt ítróttafólk, og hvussu nógv tað krevur at náa sínum málum. Tað kann eisini skapa áhuga fyri ítrótti og rørslu, sum er gott fyri heilsuna. Næmingarnir sóu nakrar av sínum fyrimyndum og fingu møguleikan at spyrja spurningar og fáa innlit í lívið hjá einum landsliðsleikara.