Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

22/10/2024

Skúlastýrisval 2024 og atkvøðurættur

Hvør hevur atkvøðurætt?

Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnug um. Um tey eru í iva um, hvørt tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um ein hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.

Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?

Á Vanganum (app):

  • Far til "Vangamynd"
  • Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
  • Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika

Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:

  • Vend tær til Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
  • Vend tær til lokala prestin (um tú ert gift/ur)
  • Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til Fólkayvirlitið (FOLK) – Kervið er knýtt í FOLK

Møguligar misskiljingar

  • "Fráboðan av faðirskapi" og "fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika" eru ikki tað sama
  • Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið

Týðningarmikið at minnast til

Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.

 

Gott val! :)