Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

08/10/2024

Listaverk, byggilist og argjamenn

Hósdagin fór 7a ein túr heim til Havnar at hyggja at standmyndum. Vit høvdu ein praktfullan túr, har vit sóu nógvar standmyndir og gingu eftir ymsum gøtum, ið næmingarnir als ikki kendu. Eisini vóru vit so heppin at hitta skúlastjóran í Føroya Fólkaháskúla, sum gav okkum eitt snarskeið um skúlan og vísti okkum gongina, listaverkið inni har og fimleikahøllina. Eitt forkunnugt afturat var, at vit sluppu - aftur púra óvæntað - inn í ómetaliga vøkru høvuðsskrivstovuna hjá Fróðskaparsetri Føroya. Har hekk ein stórur og vakur málningur eftir Ingálvi av Reyni. Vit sóu allar bygningarnar, sum argjamenn hegniliga bygdu úr gróti, og næmingarnir lærdu um gróttrappuna inni í Christians Borg, ið somu argjamenn gjørdu á sinni. Tað var ikki sørt, at næmingarnir í Skúlanum á Argjahamri vórðu ernir. Eg tori at siga, at eftir hendan túrin eru vit enn ernari av at vera føroyingar. Næmingarnir lærdu, at vit standa einki aftan fyri nakran, tá ið tað kemur til standmyndir og myndlist. Ein tann besta kenslan, ein lærari hevur, er at síggja eyguni á næmingunum lýsa av forvitni, gleði og stoltleika, og hetta merkti eg sum lærari í dag.

Vit endaðu dagin heldur ómentað við at eta í Burger King og Sunset, men øll fóru glað og mett heim og full av nýggjum upplivingum um Argir og Havnina.

Skrivað hevur Astrið Breckmann