Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

20/09/2024

Nýtt næmingaráð í Skúlanum á Argjahamri

Í vikuni varð eitt spennandi val hildið í Skúlanum á Argjahamri, har næmingarnir sjálvir sluppu at velja síni umboð í næmingaráðið. Hetta er ein serliga týdningarmikil løta í skúlaárinum, tí næmingaráðið hevur ein týðandi leiklut at umboða ynskini og málini hjá næmingunum. Hetta er eisini ein upplagdur møguleiki hjá næmingunum at vísa ábyrgd og hava ávirkan í skúlanum.

Valstríðið byrjaði fríggjadagin, tá tey tilnevndu fingu høvi at halda røður fyri øllum næmingunum. Hesi løgdu dent á, hví júst tey áttu at verða vald, og hvussu tey ætlaðu at gera ein mun í næmingaráðnum.

Hvør næmingur fekk eina atkvøðu, og spenningurin var stórur, tá valúrslitið varð kunngjørt mánadagin.

Tey, sum fingu flest atkvøður í hvørjari deild, blivu vald sum forfólk fyri deildina, og afturat hesum var eitt umboð valt fyri hvønn flokk.

 

Næmingaráðið fyri Miðdeild:

Forfólk: Óli Frederiksen, 5b
4a: Oddbjørg Erlandsdóttir Jacobsen
4b: Mia Rógvadóttir í Stórustovu
5a: Lusia av Fløtum
5b: Ísak Lisberg Eiriksson
6a: Nóa Johnsson Poulsen
6b: Ronja Gray
 

Næmingaráðið fyri Hádeild:

Forfólk: Jóannes Trygvason á Váli, 7a
7a: Eva á Rógvi
7b: Markus Carlsson
8a: Annabelle C. Háberg
8b: Leon Samuelsen
9a: Christian Gunleifsson Nielsen
9b: Ragnar Dahl Højgaard


Við einum nýggjum og væl fyrireikaðum næmingaráði gleða vit okkum til at síggja teirra virksemi komandi skúlaár. Forfólkini, sum fingu flest atkvøður, hava nú leiðsluna á næmingaráðnum, og vit vænta okkum eitt virkið og áhugavert ár við nógvum spennandi tiltøkum og átøkum, ið koma at gera skúlagongdina enn betri fyri næmingarnar.