Lesigleði er bókaklubbur fyri næmingar í miðdeild saman við einum vaksnum.
Síðsta mánakvøld hittust vit í Lesigleði fyri aðru ferð. Vit viðgjørdu bókina “Rýmingarnar”, sum Ulf Stark hevur skrivað. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv næmingar fáa burturúr bókum, hvussu væl tey duga at lesa ímillum reglurnar, og hvussu áhugaverdum spurningum og viðmerkingum tey komu við.
Eitt sera gevandi og hugnaligt kvøld.
Um tríggjar vikur fara vit at tosa um “Vafluhjørtu” eftir Mariu Parr og at gera Book Bento; tað gleða vit okkum til.
vh Guðrið, Súsanna og Elin