Mikudagin 14. august var ein spennandi dagur á Skúlanum á Argjahamri, tá Marin, skúlastjórin, tók ímóti børnunum í 1. flokki og forskúlanum.
Bæði børn og foreldur vórðu møtt av lærarunum, ið heilsaðu uppá. Tað var ein hugnalig løta, har felagsmyndir vórðu tiknar av flokkunum – ein góð byrjan uppá skúlagongdina.
Eftir hetta fekk heilsusjúkrasystirin orðið og greiddi eitt sindur frá sínum virksemi.
Vit gleða okkum til eitt læruríkt og mennandi skúlaár saman við tykkum øllum!