Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

22/08/2025

Gongur tú í 4.-7. flokki? Kom við í bókaklubb!

Kom við okkum á eina ferð inn í spennandi bókaheimin! Vit ynskja at bjóða tær saman við einum vaksnum í hugnaligan bókaklubb, har vit fara at lesa, tosa um bøkur, fáa okkum drekkamunn og vera kreativ.

Tíð: Fjórða hvønn mánadag kl. 18.00 - 20.00.

Stað: Í Varðanum á SAH.

Hvør: Næmingar í 4.-7- flokki saman við einum vaksnum, t.d. foreldri/ommu/abba ella øðrum.

Meldið til hjá einum okkara í seinasta lagi mikudagin 27. august: Guðrið 515886, Elin 284328 ella Súsannu 520288