Í dag var rennidagurin 2024. Hóast kalda eysturættin ikki var motiverandi fyri næmingarnar, so megnaðu teir at renna 1936 km tilsamans. 265 næmingar úr 0. til 7. flokk luttóku.
Dagurin byrjaði annars úti í floksstovunum, har kunnað varð um dagin. Kl 9.30 skipaði Ann Chanett fyri eini sera stuttligari og lívligari upphiting, áðrenn næmingarnir fóru tuskandi avstað. Síðstu árini hevur renniteinurin verið við Klingurstjørn, tí so nógv byggivirksemi er her úti á Argjum. Teinurin er 2 km, so tað ræður um at renna so ofta runt, sum man orkar innanfyri 2 tímar. Vit gleða okkum tó til at renna gamla teinin út í Glyvursnes aftur, men tað ganga nokk nøkur ár afturat til tað hendir.
Eftir renningina varð talt saman í flokkunum, meðan næmingarnir kundu leska sær við twix og sunkist, sum skúlin bjóðaði teimum.
Topp 3 sær soleiðis út:
5.a hevði eitt miðal pr. næming á 10.2 km
5.b hevði eitt miðal pr. næming á 8.9 km
4.b hevði eitt miðal pr. næming á 8.9 km
Nógvar myndir vórðu tiknar og kunnu fleiri av teimum síggjast her: https://sah.fo/?p=590&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=842