Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

17/11/2023

Heilsugóðir matpakkar frá Mál

Vit í Mál eru glað fyri at kunna bjóða tykkum møguleikan til at gera gerandisdagin eitt sindur lættari. Hjá okkum kunnu tit bíleggja matpakka til barn/børn tykkara, sum verður ‘avleveraður’ á skúlanum. Vit veita heilsugóðar matpakkar, ið tit samanseta og bíleggja á heimasíðu okkara www.mal.fo. Neyðugt er at bíleggja á heimasíðuni áðrenn kl 08:00 fyri at fáa matin sama dag.