Vit eiga nógvar dugnaligar lærarar í Skúlanum á Argjaharmi. Tríggir av teirra eru Hans Fróði Jensen, Bjørg A. Poulsen og Trúgvi Hansen, sum seinastu 3 árini hava havt menningarátakið "Tøknilig fatan", sum 4.-6. flokkarnir á skúlanum hava fingið bjóðað.Endamálið við átakinum er at hækka grundstøðið hjá næmingunum, so at tey eru betur før fyri at klára seg í talgilda heiminum.
Til Læraradagarnir, sum er fyri allar fólkaskúlar í Føroyum, hava tey trý havt eina verkstovu, har greitt varð frá, hvussu arbeitt hevur verið, hvørji øki hava verið viðgjørd, og hvørjar royndir lærarar og næmingar hava gjørt sær.
Verkstovan fevnir bæði um framløgu og verkligan part, har til ber at royna ymiskt, sum næmingarnir hava arbeitt við.
Bjørg A. Poulsen var eisini gestur í Degi og Viku, har tosað varð um vitlíki. Innslagið sæst her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/11/07/vitliki-i-foroysku-folkaskulunum