Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/09/2023

Hákun átti flottasta bókamerkið

Bókasavnið Varðin skipar á hvørjum ári fyri eini bókamerkjakapping, har næmingar í 4. flokki skulu tekna og lita eitt bókamerki. Bókamerkini verða síðani hongd á veggin á bókasavninum, so allir næmingar í skúlanum kunnu velja sítt yndisbókamerki. Hetta verður alt talt saman og bókamerkið við flest atkvøðum vinnur.

Av ymsum orsøkum varð ikki avdúkað áðrenn summarfrítíðini, hvør hevði vunnið, so tað bleiv gjørt til morgunsang í morgun. Lissi og Elin, sum starvast í bókasavninum, kunngjørdu, at stóri vinnarin var Hákun Viderø Danielsen úr 5.a. Nummar tvey bleiv Noomi Káradóttir Nielsen úr 5.b og Lea Rosenmejer Bjørgheim úr 5.a bleiv nummar trý.

Bókamerkið hjá Hákuni kallaðist "Safaripápin", tað hjá Noomi "Jákup og bønartræið" og tað hjá Leu "Paddington". Sum tit kanska hava lagt til merkis, so eru øll motivini teknaði út frá onkrari bók, sum tey sjálvi hava valt.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku.