Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

30/08/2023

Í fótasporum Rannváar  

Summarið er farið at halla og heystið stendur fyri durðum. Næmingarnir byrja at vakna aftur úr dvala, eftir at hava havt summarfrí. Júst sum tað eigur at vera.

Síðsta skúlaár lósu vit í 8. a og 8. b skaldsøguna Rannvá. Tá avgjørdu vit, at tá summarfrítíðin var liðug, fóru vit at vitja heimstað Rannváar og ganga í fótasporum hennara.
Bókin hugtók næmingarnar. Bókin gav okkum øllum møguleikan at ferðast aftur í tíð. So langt aftur, at tað er tofrørt at ímynda sær, hvussu tíðin hevur verið, hvussu tey hava klárað at liva undir givnu umstøðum. Tað er torført at samanbera tíðina tá við tíðina í dag, tí alt er so ymiskt. 

Árla á morgni, mánamorgunin 28. august, hittust vit á Gomlurætt og vit settu kós ímóti Skúvoynni.
Veðrið at sigla var á eini leið – tung alda og grønir skortar, men vit hóraðu øll undan og stigu á land í Skúvoy.
Vit spákaðu spakuliga niðan gjøgnum bygdina. Uttanfyri skúlan settust vit at eta ein lítlan matpakka, løgdu eina ætlan fyri dagin og so gekk leiðin út í Fagradal.
Hovliga, mest sum fót fyri fót, gingu vit úr bygdini. Fyrstu fylgdu vit varðunum, sum vórðu málaðir niður í astfaltið, síðani grábláu pelunum, sum vórðu slignir niður í jørðina. Fagridalur bíðaði eftir okkum og heilsaði okkum blídliga, tá vit komu. Grønar, vakrar fløtur, smálir løkir, nakrar ær við lombum teirra og Rannváarkelda, sum hevði so reint og gott vatn, júst sum søgan greiddi okkum frá. Vit settust við toftirnar sum enn standa og minna okkum á, at har búði Rannvá. Vit fingu okkum ein bita, ímeðan Lissi las eitt brot úr bókini.
Tað kendist, sum vit øll vóru drigin aftur í tíðina, tá Rannvá livdi. Tað kendist Rannvá sat ímillum okkum.
Skamt frá toftunum er Tróndarsteinur. Vit spákaðu oman til steinin. Vóru tætt at eggini. Sóu flottu bjørgini, hómaðu Mykines og Vágarnar, sóu fuglin, ið sat á rókunum. Her var lætt at ímynda sær, hvussu hart tað hevur verið at livað her á vetri, men hvussu gott og blítt tað hevur verið um sumrarnar, tá sólin hevur sett í vestri.
Við Tróndarstein hoyrdu vit søguna um høvdingarnar báðar – Sigmund og Trónda. Vit hoyrdu um bardagar, brøgd og lagnu teirra.
Næmingarnir hugnaðu sær óført í Fagradali, tað bleiv prátað, dansað, filmað og beistast – júst soleiðis sum tannáringar í dag hugna sær.
Komin heim aftur í bygdina vitjaðu vit grøv Sigmundar. Sóu flotta, søguríka gravstein hansara.
Næmingarnir hugnaðu sær óført í bygdini, áðrenn nøsin varð vend ímóti høvuðsstaðnum.  

Dagurin var avbera góður. Vit læru nógv og vit sluppu at vera saman øðrvísi enn tá vit eru í skúlanum. Hetta var stuttligt og hetta var hugnaligt. 

Fleiri myndir frá túrinum síggjast her: https://sah.fo/?p=590&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=768