Skúlin á Argjahamri
Námsfrøðingur til Skúlan á Argjahamri.
Okkum tørvar ein námsfrøðing til skúlaárið 2023-24.
Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2023-24.
Starvið er staðsett í grunddeildini í Skúlanum á Argjahamri við lønarbroti 0,63
Søkt verður eftir námsfrøði sum
• dugir væl at samstarva og samskifta
• vil menna seg sjálvan og skúlan
• sýnir næmingum og undirvísing eldhuga
• vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi leygardagi 12. august 2023 kl. 12.00
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Marina Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf.
302510 ella 224240. Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir