Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

23/05/2023

Spæliliðið hjá okkum fingið prógv

Maria, Meta, Arina, Rógvi, Jóni, Kristin, Uni og Rósa hava hetta skúlaárið umboðað spæliliðið í skúlanum á Argjahamri. Tey hava havt spæliløtur við 0., 1. og 2. flokki. Lærarin á myndini er Lissi Hansen.

Tórshavnar kommuna skrivar: 

Í morgun hittust spæliliðini í HAPS, har borgarstjórin handaði prógvini. Skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava havt spælilið í nógv ár, og hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um. Tað eru eldri næmingar í sætta og sjeynda flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.

Teir eldru næmingarnir hava verið á skeiði fyrst í skúlaárinum og lært, hvussu tú kann samskifta við yngri næmingar, hvussu tú kann bera teg at soleiðis, at teir yngru næmingarnir lurta og geva tí gætur, sum tú  greiðir frá, t.d. í sambandi við eitt spæl, ið tú setir í gongd.

Haraftrat hava teir fingið hugskot til og lært ymisk spøl, sum hóska væl til aldursbólkin í grunddeildini og stuðla undir samanhald í fríløtunum.

Og starvsfólk í skúlunum siga frá, at tað er sera stuttligt at síggja, hvussu væl næmingarnir duga at skipa fyri og fáa øll við.

- Tit taka veruliga ábyrgd og standa á odda fyri virkseminum ávís fríkorter hjá yngri næmingum. Í grundini er talan um sjálvboðið arbeiði, og tað er gott fyri eitt samfelag, bý ella eina bygd, at borgarar – í hesum føri tit næmingar - vilja átaka sær ymsar uppgávur, ið eru til gagns fyri onnur.

- Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum. Aftrat hesum eru spæliliðini við til at bøta um trivnaðin við at fáa øll børnini at taka lut og hava tað stuttligt saman.

- Ein ella fleiri lærarar í skúlunum virka sum akkersfólk og skulu hjálpa næmingunum at skipa fyri, men eg frætti frá skúlum í Tórshavnar kommunu, at tit megna sera væl at standa odda sjálv og hava ikki tørv á so nógvari hjálp.

- Tað er tó altíð gott at vita, at tit hava vaksin fólk, tit kunnu venda tykkum til um okkurt er, at vaksin fólk eisini átaka sær at vegleiða og hjálpa, um tað er neyðugt.

- Allir skúlar í Tórshavnar kommunu hava Spælilið og akkersfólk, sum stuðlar teimum í teirra virksemi. Støddin á skúlunum er ymisk, og tað er tí ymiskt, hvussu nógv manna spæliliðini, men vanliga eru millum tveir og 12 næmingar í spæliliðunum, sum skipa fyri í fríkorterunum.

Tað er at fegnast um, at tit stigtakarar, akkersfólk og næmingar í spæliliðunum átaka tykkum hesa uppgávu, sum hevur so stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá okkara ungu borgarum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði prógvini.

Myndir og tekstur eru av torshavn.fo