Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/03/2023

Filmur: Grannakaffi riggaði sera væl

Fríggjadagin 17. mars frá kl 10.00-12.00, var grannakaffi í Skúlanum á Argjahamri. Umframt at vit fingu vitjan av 200 næmingum úr Eysturskúlanum, so vóru avvarðandi eisini vælkomin.

Allir flokkarnir høvdu bakað kakur og bjóðaðu saft til børnini, meðan tey vaksnu fingu bjóðað kaffi og te.

Bússurnar stóðu frammi og man varð heilt ovfarin av, hvussu nógvan pening fólk lótu til Krabbameinsfelagið.

Eftir at vit høvdu sungið nakrar sangir saman við Monu og undirhaldið, skipað av Elin Mariu, var liðugt, slapp stjørnan á gólvið.

Skúlin hevði fingið Jens Marni Hansen at syngja nøkur løg. Hansara sangir eru fólkaogn, so har varð sungið av lívsins kreftum.

Eitt heilt fantastiskt tiltak, sum tit øll eiga ein leiklut í! Tó eigur Elin Maria Olsen at fáa eina serstaka tøkk fyri at samskipa tiltakið, Mona Poulsen tøkk fyri undirspæl og Eyðbjartur Skaalum eina tøkk fyri filmin.