Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

09/03/2023

Lærarastarv leyst at søkja

Okkum tørvar ein lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv tíðarskeiðið 11. apríl til 20. juni 2023.

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndum lærugreinum í mið- og hádeild:
Danskt, enskt, søga og samtíð, samfelagsfrøði, kristni, landafrøði og ítrótt.Harumframt hevur tað týdning, at tann, ið settur verður, kann samskipa næmingaráðið í Hádeild.

Søkt verður eftir lærara sum:
• dugir væl at samstarva og samskifta
• vil menna seg sjálvan og skúlan
• sýnir næmingum og undirvísing eldhuga
• vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 23. mars 2023 kl. 12.00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 302510 ella 224240
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:
Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir