Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/01/2023

Talvbylgja hevur rakt Hádeildina

Ein talvbylgja hevur rakt Hádeildina. Hvørt fríkorter sita næmingar og hugsavna seg um at telva og eru ikki til at fáa inn aftur í tíma.

Hetta er ein luksustrupulleiki, tí hvat meir kann ein skúli ynskja sær? Talv er vísindaliga kannað og úrslitini tala fyri seg. Talv ger heilan sterkan. Eisini er tað ein háttur at venja bindindi, hugdýping og kritiska hugsan. Vit vóna at talvbylgjan heldur fram, tí hetta styrkir næmingarnar, men tað er eisini friðarligari í fríkorterinum.

Tað er tó ikki bara í Hádeild, at talvbylgjan ger um seg. Tá skúlaárið byrjaði, hevði leiðslan tikið støðu til, at næmingar í 2., 3. og 4. flokki, skuldu hava talv ein tíma um vikuna á tímatalvuni. Hetta hevur roynt seg sera væl og hava vit fingið nakrar heilt ótrúliga dugnaligar telvarar burturúr.