Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

16/01/2023

Ein dagstúrur til Klaksvíkar

Fríggjadagin 13/1 var 8.b saman við flokslærarunum á vitjan í Klaksvík. Farið varð við bussinum kl. 7.55. Hýrurin var góður, tá vit møttu á farstøini, og busstúrurin gekk væl – fyri nógv var hetta eitt upplagt høvið at líka leggja seg aftur eina løtu, so tað var ein sera friðarligur túrur.
Tà bussurin steðgaði í Klaksvík gekk leiðin beint niðan á Skúlatrøð, har 8.d bíðaði spentur at taka ímóti okkum. Næmingarnir vóru ikki fremmandir fyri hvørjum øðrum, tí fleiri teirra høvdu hitst áðrenn summarfrítíðina, tá 8.b var á seturskúla í Klaksvík.  

Á Skúlatrøð vórðu vit boðin inn í høllina, har teirra flokslærari, Tina, skipaði fyri samansjóðingarspølum.
Vit spældu eisini stikkbólt og høvdingabólt. Spælið gekk væl, og hýrurin var góður. Liðini vórðu blandaði, so vit lærdu hvønn annan betur at kenna, og máttu samstarva við næmingar, sum vit ikki eru von at samstarva við. Eitt sindur avbjóðandi at byrja við, men tað lagaði seg sera skjótt.
Eftir spølini fingu vit sunkist og karamellur frá teimum. Vit fóru eisini í Djúpumýru, har vit spældu fótbólt saman við næmingunum á Skúlatrøð.
Vit ótu matpakka á skúlanum, og tá vit høvdu etið, høvdu vit eina fríløtu, har vit gjørdu tað, vit høvdu hug til.  

Kl. 13 høvdu vit leigað flottu skoytibreytina á Biskuptorginum. Vit hugnaðu okkum óført, hóast tað til tíðir var eitt sindur avbjóðandi at standa á skoytum. Tað var eitt nokkso hált. Tíbetur vóru pinguvinir og bjarnir sum fegnar vildu hjálpa okkum. Kanska vóru tað meira lærararnar, sum høvdu tørv á hjálparamboðunum heldur enn næmingarnir. :) 

Tá vit høvdu skoytað eina góða løtu fóru vit aftur til bussin, og nøsin varð aftur vend ímóti Havnini.  

Næmingar og lærarar vóru sera fegin fyri túrin. Vit takka Tinu og 8.d mangar ferðir fyri blíðskapin. Tað var stuttligt at vera saman við næmingunum í Klaksvík, og vit gleða okkum at fáa tey á vitjan hjá okkum á Argjahamri, so vit kunnu vísa teimum okkara skúla, og aftur kunnu hugna okkum saman.

Hetta var ein sera góður endi á vikuni, og vit fóru øll, ung sum vaksin, sera glað í vikuskifti :)