Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/01/2023

Trettandi - føroyskur dansur

Trettandi ella trettandadagur er heiti fyri dagin 6. januar - 13. dagin eftir jóladag (jóladagur íroknaður). Á trettanda var fyrr vanliga dansað í ávísum bygdum. Bygd, har dansað var á trettanda, varð kallað trettandabygd.

Í Skúlanum á Argjahamri hevur verið siður, at fara uppá gólv hendan dagin og í ár var einki undantak. 

Elin Maria greiddi okkum frá um siðin trettanda kvøld og søgnina um kópakonuna. Síðani var farið uppá gólv í Miðrókini, har vit kvøddu Veturin kom við kulda og kava, Burtur á heiði, Nykursvísa, Óskudólgur og Sópingarkona
og Dunnaldur.