Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

22/11/2022

Næmingaráðini eru farin til verka

Í skúlanum á Argjahamri eru tvey næmingaráð. Eitt er fyri miðdeildina og eitt fyri hádeildina. Ráðini vórðu mannaði í oktobur og hava longu havt fleiri fundir. T.d. vóru bæði ráðini á Skúlastýrisfundi her fyri, har tey løgdu sínar ætlanir fram. Hesum komu tey sera væl frá og skúlastýrið lurtaði við stórum áhuga. Hádeildin ynskir betri trivna millum næningarnar og fer tí at arbeiða fyri hesum. Miðdeildin hevði nógv praktiskt á skrá, umframt at tey ynskja at seta fokus á tann góða matpakkan. Nógv annað kom fram, men sum ikki er klárt at leggja alment fram enn ;)

Hádeildin hevur longu havt sítt fyrsta tiltak, sum var at skipa fyri felags morgunmati fyri allari deildini. Limirnir í næmingaráðnum høvdu bakað bollar, meðan skúlin bjóðaði viðskera. Næmingaráðið legði eisini sínar ætlanir fram fyri næmingunum. Hetta var sera væl móttikið og verður tiltakið uttan iva endurtikið. 

Í miðdeildini hava tey longu avgreitt fyrsta málið, sum er at fáa net yvir "niðara" vøll, so bólturin ikki fer oman á vegin allatíð. Hetta hevur kommunan lovað at fáa avgreitt sum skjótast, tí nógv tung ferðsla er um hasa leiðina.

Onnur tiltøk og mál eru eisini í gongd, men eru ikki heilt klár at leggja fram alment enn.

Vit fegnast um at hava tvey virkin næmingaráð á skúlanum og virðismeta høgt, at næmingarnir sleppa at seta sín dám á skúladagin.

Spennandi verður at fylgja teimum.