Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/11/2022

Mín Jólabók 2022

Allir næmingar hava fingið ein haldaraseðil til Mína jólabók, har tit síggja, hvussu tit gera fyri at fáa bókina. 

Mín jólabók er býtt upp í 24 partar, so okkurt er hvønn dag í desembur fram til jólaaftan.Tað kann vera ein søga, ein yrking ella okkurt ítriv. Bókin kostar 220 kr. og kann gjaldast við gjaldskorti ella í reiðum peningi til flokslæraran. Tað ber eisini til at bíleggja umvegis heimasíðuna: www.jólabókin.fo  

Um tit ynskja at fáa “Mína jólabók 2022” áðrenn 1. desembur, skulu tit hava goldið í síðsta lagi 15.novembur.