Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

21/09/2022

Søgutúrur í Havnini

Í samband við lærugreinina søgu hevur 9.b verið ein túr runt í Havnini fyri at kunna okkum um søgulig støð.
Vit byrjaðu í Vágsbotni, gingu út á Jomfrubakkan. Fóru inn í Miðlahúsið, har Eirikur fortaldi okkum um søguna um húsið frá smuglaravirki í Einahandilstíðini, til Restorff og Heinesen handil, inntil Valdemar Lützen keypti húsið og til at húsið gjørdist Miðlahúsið.

Seinni fóru vit niðan á býráðið fyri at hoyra um søguna hjá býráðnum. Borgmeistarin Heðin Mortensen tók móti okkum og vísti okkum býráðssalin, søguna um býráðssalin og økið har umkring.
Tey sluppu at sita í stólunum hjá býráðslimunum og sluppu at siga sína hugsan um førda politikkin hjá byráðnum og fingu høvi at koma við teirra íkasti.
Aftaná fóru vit inn í býráðshúsið, har vit hoyrdu meira um søguna hjá Havnini og eisini framtíðarætlanir hjá kommununi á Argjum, og hvat tey hildu um staðsetingina av nýggju kirkjuni.
Til seinast var ta søgan um Vaglið, Havnará, og økið har um leiðir.

Fleiri myndir síggjast her: https://sah.fo/?p=93&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=615&l=fo