Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/09/2022

9.a vitjan úr Strandmølle skolen í Assens

Hósdagin 18/8 og fríggjadagin 19/8 í hevði 9.a vitjan av donskum næmingum. Vitjanin kom í lag stutt fyri summarfrítíðina, tá teirra lærari setti seg í samband við skúlan. Avgjørt var, at vit skuldu brúka tveir dagar saman. Fyri at næmingarnir skuldu læra hvønn annan at kenna, áðrenn næmingarnir møttu hvørjum øðrum, bleiv avgjørt at næmingarnir skuldu seta seg í samband við hvønn annan á sosialu miðlunum. Hetta eydnaðist væl. Gjøgnum alla summarfrítíðina hava fleiri av næmingunum samskift. Tað bleiv skipað soleiðis, at hvør næmingur fekk ein vitjandi at seta seg í samband við, men tað gekk ikki long tíð, so vóru øll vinir á sosialu miðlunum.

Vit vórðu boðin til nátturða og hugna í KFUM, har tey húsaðust. Sigast má, at kvøldið gekk sera væl. Tað bleiv skipað fyri «ice breaker» spølum, og eftir tað gekk prátið millum næmingarnar sera væl. Tey hugnaðu sær óført. Umframt felags spøl fóru vit upp á gólv saman, har vit vístu teimum, hvussu føroyski dansurin gongur fyri seg. Hetta var ógvuliga stuttligt. Donsku gestirnir kýttu seg og royndu at kvøða við okkum.

Fríggjamorgunin kl. 8.00 komu tey niðan á skúlan at vitja. Tey luttóku til morgunsangin, fingu eina rundvísing á skúlanum og síðani fóru vit øll í bólkar. Í bólkunum greiddu donsku næmingarnir frá, hvussu teirra umstøður vóru á skúlanum, hvar tey komu frá og um danska mentan v.m. Vit høvdu somuleiðis framløgur um føroysku mentanina. Á miðdegi gekk leiðin niðan at vitja Kongavarðarnir, dagurin endaði við at vit fingu bollar og kaka ískúlakøkinum.

 

Næmingar og lærarar frá báðum pørtum lærdu nógv av hesum samstarvinum. Vit fingu meira vita um, hvussu tað er at vera 9. floks næmingur í Danmark, og somuleiðis fingu tey ymiskt at vita um Føroyar, sum tey ikki vistu áðrenn. Alt í alt vóru hetta tveir sera góðir dagar. Vit høvdu ynskt, at tað vóru fleiri :)