Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/06/2022

Filmur: Ung og lívið á Argjahamri

Her fyri var eitt tiltak fyri øllum 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu á Skúlanum á Argjaharmi, sum eitur Ung og lívið. Tað er SSP sum skipar fyri.

SSP skrivar soleiðis um tiltakið: 

Skiftið frá barnalívið til ungdómslívið er ein týðandi yvirgongd í lívinum. Hetta er somuleiðs ein tíð, har vinir, og tey tú ert saman við, hava størri týdning enn foreldrini. Í fyribyrgjandi arbeiðinum skal arbeiðast miðvíst við at fremja hugburðin um tað góða lívið. At ein og hvør hevur ábyrgd fyri egnum gerðum. Ein týðandi táttur er fatanin av sosiala lívinum og upplivingar, ið javnaldrarnir halda vera rættar.

Ein filmur varð gjørdur í samband við dagin og sæst filmurin her:

https://www.youtube.com/watch?v=dwAbO1CIDfA