Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

20/12/2021

Núverandi 8. flokkar fingu Jólaheilsan úr Filipsoyggjunum

Í fjør samlaði 7. flokkur (núverandi 8. flokkur) pening inn til Barnahjálpina og Barnabati. Barnahjálpin sendir peningin til Filipsoyggjarnar.

Skúlin í Filipsoyggjunum, sum fekk peningagávuna, hevur nú sent 7. flokkunum eina jólaheilsan og tøkk fyri gávuna. Skúlin hevur brúkt peningin at byggja skúlan út. Myndir kunnu síggjast ovast.

Vit kunnu bara staðfesta enn einaferð, at tað at hjálpa, tað ger mun!