Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

17/11/2021

Forskúlin gjørt gávur til Operation Christmas Child

Í hesum myrku, køldu og heldur øðrvísi tíðum er gott, at vit kunnu hava okkurt at gleðast um, og ikki minst vera saman um at gleða onkran. 

Vit í forskúlanum vildu fegin hjálpa til og gleða onkran. Vit tosaðu í felag um, hvussu tað kendist at gleða onkran annan. Ein næmingur helt fyri, at man bleiv so glaður, tá man var við at gera onnur glað.
Betur kann tað ikki sigast.
Børnini samlaðu eina lítla peningaupphædd inn, og síðani fóru børn og vaksin heim í býin at keypa. Vit vildu fegin keypa inn til tvær skógvaeskjur – eina til gentu og eina til drong. Tey vildu lata eskjurnar til okkurt barn, sum var á aldri við tey sjálvi. Tey vildu lata teimum, sum einki eiga ella eiga lítið, eina gávu á jólum. Eina gávu, sum fór at gleða hesi børnini. 

Tað bleiv til tvær eskjur, sum vóru fullar av leikum, teknibókum, blýantum o.ø., sum næmingarnir mettu, at børnini fingu gleði av.  

Allir næmingarnir teknaðu hvør sína jólamynd, og bleiv hetta gjørt til ein lítlan, fittan bókling, sum bleiv lagdur í. 

Eisini løgdu vit eitt papír í eskjuna, har vit skrivaðu eina lítla heilsan, so kanska vit eru heldig at frætta frá børnunum, sum fingu okkara eskju.  

Vit vóru so heppin, at Lissi, sum arbeiðir á skúlanum, kom forbíð fríggjadagin 12/11 eftir eskjunum, sum nú eru ávegis til onkur børn, sum sita onkra heilt aðrastaðni í heiminum, langt vekk frá Argjahamri, sum um nakrir dagar fara at opna júst okkara gávu.   

Vit í forskúlanum halda, at Operation Christmas Child er eitt orduliga gott átak, og vit eru glað fyri, at vit kunnu vera við til at hjálpa teimum, sum hava tørv á tí.


Vit vóna, og halda, at børnini sum fáa okkara gávu verða orduliga glað fyri hana