Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

09/11/2021

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru

Góðu foreldur!

Hava tit illgruna um koronu ella vísir barn tykkara sjúkueyðkenni, vilja vit heita á tykkum at hava barn tykkara heima og at lata tað kanna.

Vit vilja eisini minna tykkum á almennu tilmælini:

· Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.

· Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.

· Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.

· Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.

· Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.

· Minst til altíð at halda frástøðu.

· Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.

· Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.