Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/09/2021

Kapping: Hvussu skulu skeggdrekarnir eita?

Sum flestum kunnugt, so hevur Skúlin á Argjahamri í fleiri ár havt 3 skeggdrekar. Skúlin fekk skeggdrekarnar frá einum foreldri í 2013. Tey fingu nøvnini Newton, Luna og Aurora. Skeggdrekarnir hava hildið til í einum skriðdjóragarði (terrarie) í Náttúru og tøkni stovuni. 4. flokkur hevur havt ábyrgdina av at geva teimum at eta og rudda skriðdjóragarðin hvønn dag. Hetta hevur verið sera væl móttikið millum næmingarnar. Alt far ein enda og soleiðis varð eisini við skeggdrekunum, tí í summar doyði tann seinasti av teimum.

Lærarnir í náttúru og tøkni hava eftirmett hvussu hetta hevur riggað og tá var eingin ivi um, at skúlin skuldi fara at skaffa sær nýggjar skeggdrekar. Nú eru teir so her, tveir í tali, men trupulleikin er, at teir hava einki navn. Tí verður her við útskrivað navnakapping.

Hvussu geri eg, fyri at luttaka?

Fyll seðilin, sum liggur við kassan í Bókasavninum út og koyr hann í kassan.

Hvat skal eg hugsa um, tá eg velja navn?

Tá skalt tú hugsa, at navnið helst skal vera vísindaligt ella hava okkurt við Náttúru og tøkni at gera - kanska tit fáa okkurt hugskot frá undranfarnu skeggdrekunum. 

Hvussu vinni eg?

Um annað navnið, sum tú hevur skrivað, verður valt av dómsnevndini, so hevur tú vunnið ein vinning.

Nær verða nøvnini avdúkaði?

Eftir heystferiuna avdúka vit nøvnini og vinnararnar

 

Dómsnevndin kann, um eingin hóskandi nøvn koma inn, síggja burturfrá kappingini og geva skeggdrekunum nøvn.