Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

16/09/2021

Áheitan frá Bókasavninum: Hyggið heima, um tit hava bøkur, har lánitíðin er farin

Vit hava fyrr heitt á tykkum, at síggja burtur frá áminningum frá skúlabókasavninum.

Nú skuldi ferilurin við skrásetingum verið rættaður, so nú kemur ein innilig áheitan á tykkum at hyggja at, um tit hava bøkur heima, har lánitíðin er farin.

Hetta er eisini galdandi fyri taskubøkur, sum næmingurin ikki brúkar longur.


Um tit eru vís í, at bókin er latin innaftur, vinarliga skrivið til okkara, so hyggja vit, um hon er komin inn, tí feilir kunnu koma fyri.


Tit kunnu skriva til elin.olsen@skulin .fo ella lissi.hansen@skulin.fo