Skrivað hevur Guðrið Reinert Joensen

10/09/2021

Skúlin á Argjahamri 10 ár

Tann 10. septembur í 2011 var hátíðardámur á Argjum. Nýggjur stásiligur skúli stóð liðugur og hátíðarhald var á hamrinum. Nú skuldu argjafólk venja seg við at koyra niðan á hamarin við og eftir børnunum. Gamli skúlin á Argjum varð søga og nýggi skúlin og navnið varð framtíðin.

Hóast skúlin bara fyllir 10 ár í dag, so eru longu tvær uppíbyggingar gjørdar - fimleikarhøllin bleiv til ítróttarhøll, og frítíðarskúlin fekk eina lon afturat. Neyvan er hetta seinasta útbygging, tí fleiri og fleiri hús leggjast afturat á Argjum og tekur man 1. flokkin, sum byrjaði í august 2021, sum fyrimynd, ja, so vera 50 næmingar í hvørjum árgangi, tá vit fylla 20 ár. 

 

Skúlanum á Argjahamri verður ynskt hjartaliga tillukku við 10 ára degnum!