Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

10/06/2021

Kunningarfundur fyri komandi forskúlaflokk 2021/2022

Ætlanin er at halda avlýsta kunnandi fund fyri forskúlabørnum mánadagin 14. juni kl 17.00. Vit vænta at koronatilmælini eru broytt tá.

Á fundinum verður kunnað um gerandisdagin eftir summarfrítíðina í skúla og frítíðarskúla

Høvi verður at heilsa uppá lærarar og námsfrøðingar. Tit vitja flokshøli, frítíðarskúla og síggja skúlan.

Mælt verður til at bert foreldur og barn sita saman í síni “bløðru”.

Vit hittast í Miðrók :)